Barnalóg
Í 2025 hevur Barnaverkætlanin, saman við øðrum góðum kreftum, skipað fyri fleiri barnaráðstevnum, verkstovum og fokusbólkum, har børn og ung úr øllum Føroyum hava fingið høvi at greiða frá síni hugsan um tað góða barna- og ungdómslívið.
Serligur dentur var lagdur á trý øki:
Heim og grannalag – trygt og gott umhvørvi at vaksa upp í.
Stovnur og skúli – ein skúli og dagstovnur, sum stuðla og menna børnini.
Heilsa og frítíð – trivnaður, vinir og møguleikar fyri einum aktivum gerandisdegi.
Alt dáta er samlað saman, og við hjálp frá vitlíki og serfrøði er ein greining skrivað, sum skal brúkast í arbeiðinum at smíða eina barnalóg, sum eftir ætlan skal leggjast fyri Løgtingið í februar 2026.
Mánadagin 12. mai 2025 varð samlaða greiningin við úrslitum frá barnaráðstevnunum, verkstovunum og fokusbólkunum handað landsstýrinum og stjórnini í kommunufelagnum á tiltaki fyri innbodnum í Norðurlandahúsinum. Høvuðsúrslitini vórðu eisini løgd fram á tiltakinum.




Fólkaræði
Umframt at lata børnini sleppa til orðanna, ynskir Barnaverkætlanin eisini at menna fólkaræðið. Tí vóru næmingaráðini, sum umboða flest øll børn og ung í Føroyum, bjóðað til fyrstu barnaráðstevnuna 21.-23. januar í 2025. Meira enn 90% av næmingarráðunum, líka úr grunddeild til miðnám vóru umboðað.
Umráðandi var tó, at øll børn í Føroyum fingu møguleika at verða hoyrd, eisini tey, sum kunnu hava truplari við at koma til orðanna, eitt nú:
- Børn í dagstovnaaldri. Tey fyrstu árini í lívinum hava avgerandi týdning fyri menning og trivnað, og tað er umráðandi at tryggja, at teirra sjónarmið og royndir verða tikin við.
- Fleirmentað og fleirmælt børn, sum kunnu uppliva málforðan ella hava truplari atgongd til sosialar og mentanarligar felagsskapir.
- Børn í fátækaváða, sum kunnu hava heilt øðrvísi avbjóðingar enn onnur børn í samfelagnum.
- Umsorganaryvirtikin børn, sum búgva á barnaverndarstovnum ella eru sett til fosturs, og sum hava aðrar upplivingar av familjulívi, og eitt tættari møti við myndugleikarnar enn onnur børn.
- Børn, ið bera brek ella við serligum tørvi, sum kunnu hava tørv á størri stuðli fyri at luttaka á jøvnum fóti við onnur børn.
Ein barnaráðstevna var skipað í døgunum 18.-20. mars 2025, fyri fleirmentað og fleirmælt børn og børn í dagstovnaaldri, umframt ein barnaráðstevna fyri børn í dagstovnaaldri í Salt tann 29. apríl 2025.
Verkstovur og fokusbólkar vóru skipaðir, har serligur dentur varð lagdur á at tryggja røddina hjá børnum í fátækaváða, børnum, ið bera brek ella við serligum tørvi, og umsorganaryvirtikin børn.
Samstarvspartar
Arbeiðið er gjørt í hollum samstarvi við Barnabata, Fróðskaparsetrið, Nám, Undirvísingarstýrið, Norðurlandahúsið, SALT, umframt umboð fyri áhugafeløg, kommunur og stjórnarráð.
Stórur hópur av lesandi á Heilsuskúla Føroya, Námsvísindadeildini og Søgu-og samfelagsdeildini hava luttikið sum fasilitatorar og skrivarar til barnaverkstovurnar.
Sparring og vegleiðing er veitt frá MEGD, Føroya Pedagogfelagi og Føroya Lærarafelagi.
Ein søgulig tilgongd, har fólkaræðið og lívið hjá okkara børnum og ungu var í miðdeplinum.
Sí fleiri myndir frá ráðstevnunum í okkara myndasavni við at trýsta á knøttin niðanfyri.
