Barnaverkætlanin raðfestir granskingar- og dátagrundaða tilgongd fyri at tryggja, at tey átøk og ætlanir, ið verða ment og sett í verk, eru evidensgrundað og upplýst av løtubærari og viðkomandi vitan frá tí margfeldi av pørtum, sum gera seg galdandi í einum góðum barna- og ungdómslívi.



Økt granskingargrundað tvørfaklig vitan er alneyðug og ein fortreyt fyri at skilja og skapa grundarlag fyri dygdargóðum umstøðum, soleiðis at børn og ung kunnu trívast, mennast og mentast í nútíðar samfelagnum. Fróðskaparsetrið hevur ein høvuðsleiklut í hesi granskingargrundaðu tilgongdini við tvørfakliga granskingardeplinum fyri barna- og ungdómsgransking.
