Vitanarráðstevnan

Tann 13. november 2023 var Norðurlandahúsið karmur um stórfingna vitanarráðstevnu í sambandi við Barnaverkætlanina, sum tey fýra landsstýrisfólkini og formansskapurin í Kommunufelagnum í felag eru farin undir.

Tilsamans vóru umleið 250 luttakarar á ráðstevnuni, sum veruliga setti hol á ta breiðu fólksligu tilgongdina við Barnaverkætlanini.

Fleiri áhugaverdar fakligar framløgur vóru á vitanarráðstevnuni, sum lýstu ymsar tættir innan barna- og ungdómsøki. Eisini greiddi umboð úr Íslandi frá, hvussu tey vóru farin undir eina líknandi tilgongd.

Allir luttakarar arbeiddu virknir saman við at lýsa viðurskiftini og at tekna eina samlaða mynd av støðuni, og skitsera møguligar loysnir fyri avbjóðingarnar hjá børnum og ungum í okkara samfelag. Tað framleidda tilfarið frá ráðstevnuni inngongur sum partur í strategisku tilgongdini, sum støðugt verður løgd til rættis fyri, hvussu farið verður víðari við Barnaverkætlanini.