Pilotar

Barnaverkætlanin skal vera ein kveikjari til nýskapan og endurnýggjan á barna- og ungdómsøkinum. Ein týðandi partur verður at menna pilotar, t.v.s. smærri verkætlanir, sum verða sniðgivnar, skipaðar, settar í verk og royndar, og síðani eftirmettar við tí endamáli, – um hesar eru væleydnaðar – at víðka tær og seta skipanirnar í breiðari høpi.

Hesir pilotar eru ætlaðir samansettum avbjóðingum, sum fella innanfyri ta yvirskipaðu visjónina hjá Barnaverkætlanini.

Eyðkenni

Tað, sum eyðkennir avbjóðingarnar, er, at tær krevja eina tvørgangandi tilgongd. Tað er ein tilgongd, sum hendir tvørtur um siðbundin fakmørk, organisatorisk mørk og sektoriellar avmarkingar. Politiskur tokki og møguleikin fyri nógvum tvídrátti spæla eisini ein leiklut, samstundis sum vandamálsstøðurnar eru fløktar og ofta mettar at vera ótamdar ella villar.

Felags fatan

Skipanin av arbeiðinum við hesum avbjóðingunum má verða bygt á eina felags fatan av, at íblandaðu leikararnir eru bundnir hvør at øðrum. Hetta hevur við sær, at tað má vera bæði politiskur og institutionellur stuðul til at seta neyðugu ressursirnar av – so sum arbeiðsmegi, fígging og avgerðarmáttur. Harumframt vænta vit, at ministeriellir sponsorar verða útpeikaðir til at stuðla pilotverkætlanunum, og at tað er ein breiður stuðul til eina agila og netverksgrundaða tilgongd til at loysa trupulleikarnar.

Háttalag

Sprint-hátturin, sum verður nýttur í arbeiðinum, fevnir um stuttar og intensivar arbeiðsfasur, vanliga einar tríggjar vikur. Tá tosa vit um planlegging, framvísing ella handling og eftirmeting. Hesin hátturin loyvir skjótari endurtøku og tillaging, alt eftir afturbering og úrslitum. Hetta tryggjar eisini, at verkætlanirnar eru fokuseraðar og málrættaðar, samstundis sum tær eru lagaligar nokk til at kósin kann broytast, um nýggj vitan ella umstøður krevja tað.

Væntanir

Væntanir til pilotar hjá Barnaverkætlanini

  • Pilotar skulu beinleiðis stuðla visjónini og málunum hjá Barnaverkætlanini.
  • Pilotar skulu fremja samstarv tvørtur um ymisk fakøki og sektorar. Hetta krevur greiðan politiskan og institutionellan stuðul.
  • Pilotar skulu mennast og setast í verk ígjøgnum agilar hættir, sum loyva skjótari endurtøku og tillaging.
  • Pilotar skulu fevna um ein breiðan skara av aktørum, so sum serfrøðingar, fólk við royndum, avgerðartakarar og borgarar, sum hesi ávirka.