Tiltøk

Barnaverkætlanin arbeiðir miðvíst við at røkka visjónin um at Føroyar skal verða heimsins besta stað at veksa upp í hjá øllum børnum og ungum.

Fyri at røkka hesum málinum skipa vit eisini fyri størri tiltøk og ráðstevnur, sum samla vitan og geva betri innlit á barna- og ungdómsøkið, og sum kann víðka rúmið fyri, at børn og ung verða hoyrd og fáa ein virknan leiklut í samfelagnum.