Barnarættindadagurin

Barnarættindadagurin var hildin 20. novembur 2024, fyri at hátíðarhalda, at Altjóða Barnarættindasáttmálin hjá Sameindu Tjóðunum (ST) varð undirskrivaður henda dagin í 1989.

Barnaverkætlanin skipað fyri degnum í tøttum samstarvi við Nám, Undirvísingarstýrið og Norðurlandahúsið.

Yvirskipaða endamálið, var at geva næmingaráðsumboðunum ein virknan leiklut í okkara fólkaræði. Tí ynsktu vit at vísa á rættindini í Barnarættindasáttmálanum og týdningin av, at tey brúka sína rødd til at fáa ávirkan á viðurskifti, ið eru viðkomandi fyri tey.

Høvuðsevnið fyri dagin 20.11.2024 var grein 12 í barnasáttmálanum: Virðing fyri meiningum hjá børnum.

Grein 12:

  1. Luttakaralondini skulu tryggja einum barni, sum er ført fyri at orða síni egnu sjónarmið, rættin til frítt at greiða frá hesum sjónarmiðum í øllum viðurskiftum, sum hava samband við barnið; dentur skal leggjast á barnsins sjónarmið í samsvari við aldurin á barninum og hvussu búgvið tað er.
  2. Við atliti at hesum skal barnið serliga fáa høvi til at koma til orðanna í einari og hvørjari viðgerð av málum við dóms- ella fyrisitingarmyndugleika, sum viðvíkja barninum, annaðhvørt beinleiðis ella gjøgnum eitt umboð ella ein hóskandi stovn, og skal tað gerast í samsvari við mannagongdir, sum eru ásettar í tjóðarrætti.

Endamálið við degnum var, at børnini komu at skilja meira um, hvat barnarættindi eru, at tey kunnu forvitnast í, hvat tað merkir at úttrykkja seg, og fáa roynt seg í at úttrykkja seg og koma við sínum sjónarmiði.

Við at nýta kreativar mannagongdir innan t.d. tekning, yrking, rørslur og tónleik, hjálptu verkstovurnar børnunum at ogna sær kunning, royna sína rødd, umframt at úttrykkja seg og síni sjónarmið.

Vit síggja fyri okkum, at Barnarættindardagurin verður hildin á hvørjum ári, so at børnini støðugt verða kunna um og læra meira um bæði Barnasáttmálan og síni rættindir.