Pilotur #1: Endurskoðan og umskipan av Familjudeplinum
Tann 11. mars 2024 var ein tvørfakligur og tvørgeirarligur arbeiðsbólkur settur at gera eitt ítøkiligt uppskot um, hvussu tilboðið á Familjudeplinum kann íverksetast og umskipast í mun til hvussu tað virkaði áður.
Uppskotið hjá arbeiðsbólkinum er eitt familjuviðgerðartilboð, sum í januar 2025 bleiv sett í verk sum ein royndarskipan – Familjutænastan – sum síðani skal eftirmetast og møguliga umskipast til eitt varandi tilboð.
Framtíðar tilboðið hevur tvey høvuðselement
- Eitt fysiskt hús, sum virkar sum eitt viðgerðarstað og basa.
- Eitt flytandi toymi, sum arbeiðir í heiminum hjá familjunum og í teirra netverki.
Hetta tilboðið verður ein miðdepil til fyribyrgjandi fyriskipanir við denti á munagóða og stuðlandi viðgerð, fyribyrging, førleikamenning og at seta í verk átøk tíðliga í barnalívinum.
Familjuviðgerðartilboðið skal verða eitt sterkt fakligt umhvørvi við fakligari servitan um børn og familjur við avbjóðingum, har møguleiki er fyri førleikamenning, sparring og eftirmeting.
Arbeiðsbólkurin metir, at eitt nýtt familjuviðgerðartilboð kann geva:
- Betri barnalív
- Skynsamari rakstur
- Høgan fakleika og tvørfakleika
- Færri umsorganaryvirtøkur
- Kost og lívsstílsbroytingar
Hugsað hevur verið um ávirkan bæði fyribils og eisini sum frálíður.
