Baselinekanning

Visjónin fyri barnaverkætlanina er, at Føroyar skulu verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í. Vit skulu tí vita, og ikki gita.

Fyri at tað skal lata seg gera at menna effektivar heilsupolitikkir, sum eru málrættaðir eftir at minka um heilsuójavna hjá børnum og ungum, er tað týðandi at vera varug við serstøku avbjóðingarnar, sum koma fram í barna- og ungdómsárunum.

Heilsan og trivnaðurin hjá børnum og ungum er í stóran mun ávirkaður av teirra sosiala umhvørvi. Eitt nú familju, skúla og lokalsamfelagi, eins og breiðari samfelagsligum viðurskiftum sum búskaparligum viðurskiftum og útbúgvingarmøguleikum.

Ein barna- og ungdómsgranskingardepil er nýliga settur á stovn og er fyrireikaður í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Barnaverkætlanina. Endamálið við nýggja deplinum er, at skipa, savna saman, greina, menna og miðla vísindaliga granskingargrundaða vitan um børn og ung, sum verður við til at lýsa, tryggja, betra um og menna burðadyggar umstøður hjá børnum og ungum at trívast, mennast og mentast.

Ein av verkætlanunum, sum vit eru farin í holt við, er at menna baselinekanningina, sum skal verða ein breið afturvendandi kanning, sum lýsir umstøðurnar hjá børnum og ungum í Føroyum. Hetta ger tað møguligt at kunna monitorera virknaðin av átøkum og síggja tendensir.

Tær avgerðir, sum vit taka, og tey átøk, sum vit seta í verk fyri børn og ung, er ein beinleiðis íløga fyri bæði okkara og teirra framtíð. Ætlanin er at baselinekanningin skal hjálpa til, so at hesi átøk, sum vit seta í verk, eru tey røttu.