Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur, saman við landsstýrisfólkunum í heilsumálum, løgmálum, almanna- og mentamálum og formansskapinum í Kommunufelagnum, tikið stig til at orða eina framskygda visión um at skapa bestu karmarnar um eitt gott lív hjá børnum og ungum í Føroyum.
Partarnir eru samdir um at virka í felag fyri at finna loysnir, sum kunnu sameina tænastur og veitingar, sum verða veittar børnum og ungum, til tess at tey kunnu hava viðburð og trivnað.
Partarnir ásanna eisini, at økt samstarv er neyðugt fyri at tryggja, at børn og ung kunnu verða sett fremst í tænastuveitingunum, og fyri at vit kunnu hava eitt barnavinarligt samfelag.
