Barnaverkætlanin er eitt breitt skipað samstarv millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið og Kommunufelagið. Bygnaðurin endurspeglar tað samskapandi háttalagið, sum er grundin undir verkætlanini.

Stýrisbólkur
Barnaverkætlanin er skipað við einum stýrisbólki, sum er mannaður við ovastu stjórunum fyri teir luttakandi partarnar umframt einum verkætlanartoymi. Tað er Barna- og útbúgvingarmálaráðið, sum hevur leiðsluna av tvørgangandi verkætlanini, sum er raðfest í fíggjarlógaruppskotinum.
Luttakararnir í stýrisbólkinum eru:
Poul Geert Hansen, aðalstjóri, – Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Nella Festirstein, aðalstjóri, – Løgmálaráðið
Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri, – Almanna- og mentamálaráðið
Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri, – Heilsumálaráðið
Eyðun Christiansen, kommunustjóri, – Kommunufelagið
Politiskur fylgibólkur
Fyrst í oktobur í 2023 bleiv ein politiskur fylgibólkur settur við limum og varalimum fyri politisku flokkarnar. Tey eru hesi:
Fólkaflokkurin: Bárður á Lakjuni, limur, og Árni Skaale, varalimur
Framsókn: Karlot Hergeirsson, limur, og Sólvit Nolsø, varalimur
Javnaðarflokkurin: Jóhannis Joensen, limur, og Uni Holm Johannesen, varalimur
Miðflokkurin: Jenis av Rana, limur, og Steffan K. Poulsen, varalimur
Sambandsflokkurin: Johan Dahl, limur, og Jaspur Langgaard, varalimur
Tjóðveldi: Hervør Pálsdóttir, limur, og Annika Olsen, varalimur
Verkætlanartoymi
Eitt verkætlanartoymi er sett, ið skipar arbeiðið við arbeiðsbólkum, tilvísingarbólkum, seminarum, verkstovum og ráðstevnum við breiðari luttøku. Tað er gjøgnum samskapan, at tillagingar og broytingar skulu finnast og síðani roynast, áðrenn størri umleggingar verða gjørdar.
Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri
Synnøve av Rana, verkætlanarsamskipari
Steffen Löfvall, strategi- og prosessráðgevi
