Sum ein liður í at styrkja rættindi hjá børnum hava vit ein barnaumboðsmann.
Umboðsmaðurin er bæði eitt fólk og ein skrivstova.
Løgtingið hevur valt Hannu Vang, til løgtingsins umboðsmann og eisini umboðsmann barnanna.

Hanna Vang, umboðsmann barnanna
Umboðsmaðurin ansar eftir, at myndugleikar og stovnar lurta eftir sjónarmiðum hjá børnum og ungum, og virða rættindi hjá teimum.
Til ber at lesa meira um barnaumboðsmannin inni á barnasíðuni hjá BUM við at trýsta á knøttin niðanfyri.
