
Barnabati arbeiðir fyri, at øll børn og ung í Føroyum hava tey rættindi, sum eru staðfest í Barnarættindasáttmálanum hjá ST. Føroya Løgting hevur sett hendan sáttmála í gildi fyri Føroyar í kunngerð nr. 6 frá 16. januar 1992.
Barnabati virkar fyri at fremja og verja hesi rættindi, so børn og ung kunnu vaksa upp í einum tryggum og stimbrandi umhvørvi.
Hedvig Johansdóttir, aðalskrivari hjá Barnabata
Felagið arbeiðir við ymiskum verkætlanum og tiltøkum, ið hava til endamáls at betra um lívsgóðskuna hjá børnum og ungum og tryggja, at tey fáa ta hjálp og stuðul, teimum tørvar.
Barnabati samstarvar við myndugleikar, stovnar og felagsskapir bæði í Føroyum og uttanlands um at tryggja børnum og ungum best møguligar umstøður at vaksa upp í.
Tú kanst lesa meira um Barnabata og teirra arbeiði við at trýsta á knøttin niðanfyri.
