Greiningar

Sum ein liður í at røkka endamálunum: 1) at laga niður forðingar, sum kunnu verða millum ymsu skipanirnar, tá tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur til børn og ung. 2) at seta barnið í fremstu røð, tá ið tænastur verða veittar frá ymsu pørtunum. Og 3) at virka í felag fyri, at tænasturnar verða sameindar og samskipaðar, fyri at røkka einum so góðum úrsliti sum møguligt, hevur Barnaverkætlanin sett í verk tvær greiningar:

Greiningar av almennum samstarvsfrymlum, netverkum og førleikum í netverksarbeiði innan barna- og ungdómsøkið.

Endamálið er at lýsa og greina samstarvsviðurskifti innan verandi karmar og at koma við tilmælum til batar og møguligar skipanarligar broytingar, til tess at røkka endamálunum við Barnaverkætlanini.

Greiningar av galdandi lóg og rættindum á barna- og ungdómsøkinum.

Hesar greiningarnar hava til endamáls at lýsa verandi lóg og koma við tilmælum um møguligar lógarbroytingar á barna- og ungdómsøkinum. Harumframt er endamálið at lýsa verandi rættindir hjá børnum og ungum í Føroyum, og at koma við tilmælum um nýggj politisk tiltøk hesum viðvíkjandi.