Pilotur #4: Fleirmælt og fleirmentað børn
Inklusjón og integratión av fleirmæltum og fleirmentaðum børnum í Føroyum er ein týðandi samfelagslig avbjóðing, sum krevur eina skipaða og miðvísa tilgongd. Hetta arbeiðið fevnir um móttøku, trivnað, málmenning og inklusjón av útlendskum børnum og teirra familjum í føroyska samfelagið.
Ein effektivur integratiónspolitikkur eigur at virka fyri, at øll børn, óansæð mentanarliga og tjóðskaparliga bakgrund, hava javnsettar møguleikar í skúlanum og samfelagnum, og gerast ein virkin partur av føroyska samfelagnum. Tí er neyðugt at skapa eina ætlan , sum ikki bert loysir avbjóðingarnar her og nú, men eisini tryggjar ein varðandi og burðardyggan hátt at arbeiða við integratión framyvir. Nýggja integratiónslógin, sum varð samtykt í fjør heyst, er eitt vælkomið stig á rættari leið, men krevur íverksetanarætlanir tvørtur um geirar, og tvørtur um land og kommunu.
Í oktobur 2024 var ein arbeiðsbólkur settur, sum skuldi koma við tilmælum og ítøkuligum átøkum. Hugd var eftir avbjóðingum, sum fleiri geirar mugu arbeiða saman um fyri at loysa. Tilmælini kalla á áhaldandi tvørgeirarligt samstarv fyri at lofta uppgávunum.
Samskipandi eind
Ein samskipandi eind skal tryggja samstarv millum stovnar, kommunur og frítíðarvirksemi. Eindin skal hava ábyrgd av móttøku og málmenningarátøkum, veita leiðbeining til dagstovnar og skúlar og tryggja, at integratiónstiltøk verða harmoniserað millum ymsu kommunurnar í Føroyum.
Útlendingastovan er við integratiónslógini vorðin integratiónsmyndugleikin í Føroyum, samstundis sum Løgmálaráðið skal seta integratiónssamskipara í 2025. Tað hevði verið nátturligt, at hesir báðir partar fingu høvuðsábyrgd av eini tílíkari eind, í samstarvi við viðkomandi áhugapartar sum til dømis Kommunufelagið.
Móttøka og leiðbeining
Ein vælskipað móttøka er avgerandi fyri eini góðari byrjan í føroyska samfelagnum.
Atkomilig kunning á fleiri málum og styrkt tulkatænasta skal gera tað lættari hjá útlendskum familjum at skilja rættindi og skyldur í samfelagnum.
Mælt verður til, at heimasíðan hjá Útlendingastovuni verður felags kunningarportalur, og at teirra tilfar verður býtt upp eftir málbólkum, so borgarar lætt síggja, hvat tilfar eru gjørd til tey.
Nógv kunningartilfar og mannagongdir fyri nýtslu av hesum er longu gjørt, tó krevst eitt samstarv millum geirar fyri at tryggja íverksetan.
Hetta krevur tvørgeirarligt samstarv. Mælt verður tí til, at Kommunufelagið, Gigni, Undirvísingarstýrið, Nám, Skúlaverkið, dagstovnar, Útlendingastovan, Almannaverkið og Reyði Krossur Føroya samstarva um loysnir í framtíðini.
Integratiónssamskiparar skulu verða settir í kommununum til at leiðbeina familjum, meðan mentorskipanir skulu stuðla tilflytarum við lokalum vegleiðarum. Leikluturin sum integratiónssamskipari kann hugsast inn í føroyska myndilin frá Pilot #2, sum ein net-samskipari.
Málmenning og skúlatilboð
Málsligur førleiki er ein týdningarmikil treyt fyri at børn trívast í skúlanum. Tí verður mælt til intensivt føroyskt-undirvísingartilboð til børn og ung, tá tey koma til Føroyar.
Tørvur er á serligum skúlatilboði til fleirmælt og fleirmentað børn millum 13-19 ár, sum hava málsligar avbjóðingar, og sum ikki kunnu ogna sær fólkaskúlaprógv í føroyska fólkaskúlanum sum nú er.
Royndir vísa, at børn og ung sum finna seg til rættis í frítíðartilboðum, læra mál nógv skjótari. Tí er tað týdningarmikið, at frítíðartilboð í nærunhvørvinum hjá barninum koma í spæl. Trivnaðarsamskiparin, í myndilinum frá pilot#2 kann vera ein aktivur partur í at tryggja ein tvørgeirarligan innsats um barnið, sum inkluderar frítíðarvirksemi.
Lóggáva og fígging
Ein varandi integratiónspolitikkur krevur greiða lóggávu og játtan av fígging til málmenning, kunning og frítíðartilboð.
Gransking má styrkjast fyri at menna integratiónsarbeiðið framyvir. Á Barnaráðstevnuni í NLH 18.-20. mars var nógv og gott data-materiali savna inn millum meira enn 90 børn, umboðandi flerir enn 30 ymisk mál og mentanir, og var eitt stig rætta vegin í mun til gransking millum fleirmælt og fleirmentað børn í Føroyum.
