Her kanst tú síggja og lesa meira um virksemið hjá Barnaverkætlanini.
Barnaverkætlanin fer at kanna nýggjar mátar at styrkja tað góða barna- og ungdómslívið við virknum íkasti frá einum breiðum skara av børnum og ungum, foreldrum og avvarðandi, fakfólki á økinum og umboðum frá kommunalum og landspolitiskum myndugleikum.



Vælferðin hjá børnum og ungum er avgerðandi fyri eitt sunt og burðardygt samfelag. Verkætlanin miðjar eftir einum meira inkluderandi og stuðlandi karmi fyri børn og ung. Hetta fevnir um samskipað átøk, tillagingar av lóggávukørmum og nýggjar samstarvsleistar tvørtur um geirar.
Vit raðfesta rættindi, trivnað og menning við ítøkiligum átøkum, sum tryggja, at øll fáa bestu fortreytir at mennast. Harumframt arbeiða vit fyri einum tryggum umhvørvi og sosialari inkludering, so øll børn og ung kenna seg sum ein virknan part av samfelagnum.
Við samstarvi og nýhugsan skapa vit saman varandi broytingar!
