Røddir, Visjónir og Vónir
Her finnur tú frágreiðingin “Har børn og ung trívast: røddir, visiónir og vónir”, sum er fyrireikað til ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum tann 12. mai 2025. Hon kann lesast á enskum og á føroyskum.
Frágreiðingin skal brúkast til lógarmenningartilgongdina at gera eina barnalóg saman við øðrum viðkomandi tilfari. Harumframt eru vit í gongd við at leggja ráð saman við teimum áhugabólkum, ið hava ment frágreiðingina hvussu vit kunnu aktivera hana innan børn & ung økið – samstundis sum lógarmenningartilgongdin fer fram.
Má hetta rúgvismikla og góða tilfarið verða til gagns fyri øll okkara børn og ung í Føroyum.
