Barnalóg

Arbeiðið við tí fyrstu føroysku barnalógini er liðugt, og eftir ætlan verður barnalógin løgd fyri Løgtingið í februar 2026.

Ein bólkur av løgfrøðingum og fulltrúum frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Almanna- og mentamálaráðnum, Løgmálaráðnum, Heilsumálaráðnum og Kommunufelagi Føroya manna arbeiðsbólkin, hava arbeitt saman og orða Barnalógina.

Ein føroysk barnalóg skal tryggja, at øll børn í Føroyum hava góðar og tryggar uppvakstrarmøguleikar. Lógin verður grundað á Barnarættindasáttmálan hjá ST, sum slær fast, at øll børn hava rætt til vernd, umsorgan og at verða hoyrd í avgerðum, sum ávirka teirra lív og á Brekrættindasáttmálan sum snýr seg um at tryggja rættindi og javnstøðu fyri fólk við breki, og at stuðla teirra fullu luttøku í samfelagnum á jøvnum føti við onnur .

Í øðrum londum hava líknandi barnalógir longu víst seg at gera stóran mun. Føroyska barnalógin fær íblástur frá royndum í millum annað Íslandi, Skotlandi og Danmark.

Rødd barnanna

Tað serliga við tí føroyska barnalógin er, at børnini og tey ungu sjálvi hava fingið fyrstu rødd. Frá januar til mai 2025 hava fleiri barnaráðstevnur, fokusbólkar og verkstovur verið, har børnini og tey ungu sjálvi hava fingið høvi at siga sína meining um, hvat eitt gott barna- og ungdómslív er.

Dentur hevur serliga verið lagdur á trý øki:

  1. Stovnur og skúli
  2. Heim og grannalag
  3. Heilsa og frítið

Mánadagin 12. mai 2025 varð samlaða greiningin við úrslitum frá barnaráðstevnunum, verkstovunum og fokusbólkunum handað landsstýrinum og stjórnini í kommunufelagnum á tiltaki fyri innbodnum í Norðurlandahúsinum. Høvuðsúrslitini vórðu eisini løgd fram á tiltakinum.