Pilotur #5: Lággáttartilboð
Pilotverkætlanin, sum er partur av Barnaverkætlanini, varð sett í verk fyri at skapa eitt yvirlit yvir lággáttartilboð á barna- og ungdómsøkinum. Endamálið er at tryggja, at børn og ung fáa neyðuga hjálp í tøkum tíma, áðrenn teirra trupulleikar vaksa seg størri og krevja meira spesialiseraða viðgerð. Verkætlanin hevur sum mál at kortleggja tilboðini, lýsa tørvin og koma við tilmælum um menning og samstarv millum stovnar og myndugleikar.
Arbeiðsbólkurin mælir til at børn, ung og teirra familjur kunnu venda sær til miðdeplar kring landið, sum millum annað veita lággáttartilboð. Hesir miðdeplinar eru staðsett í økjum, har land, kommunur, stovnar og felagsskapir samstarva um at veita samskipaðar tænastur.
Barnaverkætlanin er í samskifti við Heilsumálaráðið um samanfall og møgulig samstørv millum íverksetan av Pilot #5 og heilsumiðstøðirnar, sum verða skipaðar í fimm økjum kring landið.
Miðdepil – nyttur
Við einum miðstaði ella depili fyri borgarar, har tænastur, ráðgeving og stuðul eru væl samskipað, verður tað møguligt at tryggja eina skjótari og meira samanhangandi hjálp til teirra, ið hava tørv á tí. Hetta fyribyrgir longri bíðitíðum, betrar trivnaðin og ger tað lættari hjá borgarum at fáa røttu hjálpina í røttum høpi.
Beinleiðis til gagns fyri barnið/familjuna:
- Ein hurð tættari nærumhvørvinum fyri barnið/familjuna
- Eins og javnbjóðis tilboð fyri børn/familjur kring Føroyar
- Atgongd til hjálp og lættari viðgerð tættari barninum/familjuni
- Funktiónir, sum styrkja og fáa nærumhvørvið í spæl
Óbeinleiðis til gagns fyri barnið/familjuna:
- Betri yvirlit yvir hvørji tilboð eru/mangla í ymsu økjunum
- Millumliður millum grundskipan og spesialiseraða viðgerð
- Sterkari savnað fakmiljø, sum er tættari barninum/familjuni
- Savnað vitan
- Felags fatan og tvørfakligt samstarv
- Formligt samstarv millum liðini
- Faklig førleikamenning
- Supervisjón og sparring frá ovasta lag (B&U Psyk, BVT) til miðdeplarnar og frá mittasta lag til grundgeiran (skúla og stovnar)
- Tvørfakligt og tvørgeiraligt samstarv/sparring um mál
- Viðkomandi vitanardeiling millum stovnar og myndugleikar
- Forvisitering
Miðdepil- innihald
Arbeiðsbólkurin metir, at niðanfyristandandi tænastur og tilboð eru neyðug at hava á familjuheilsudeplunum. Á nøkrum av tilboðunum/tænastunum stendur klombur við heiti á stovni/myndugleika/NGO, sum í dag veitur hesa ella líknandi tænastu. Hetta verður gjørt fyri at vísa á, hvar tænasturnar longu eksistera. Arbeiðsbólkurin leggur upp til, at veitarin kann broytast/upploysast ella savnast á familjuheilsudeplunum.
- Upplýsing
- Yvirlit yvir tænastur og tilboð í økinum
- Upplýsing um samskipandi tilboð
- Ónavngivin ráðgeving
- Tlf / chat fyri børn / ung og familjur.
- Ráðgeving í persóni (møguliga úti hjá NGO)
- Navngivin ráðgeving
- Sosialráðgeving (Almannaverkið)
- Kostráðgeving (Heilsutrygd)
- Heilsufrøðilig ráðgeving (Gigni)
- Familjuráðgeving (BVT)
- Námsfrøðilig ráðgeving (kommunurnar)
- Sernámsfrøðilig ráðgeving (Sernám)
- Integratións-relatera ráðgeving (integratiónssamskipari / kommunurnar)
- Fyribyrging og lættari viðgerð
- Foreldra- og parskeið
- Barnsburðartunglyndi (kvinnur og menn)
- STIME
- Sálarfrøðingur
- Mindspring ella annað integratiónsbólkasamrøðuamboð (NGO)
- Holbæk (Gigni)
- Fysioterapi
- Ergoterapi
- Uppfylgjandi og samskipandi tilboð
- Netsamskipari (pilotur #2 í Barnaverkætlanin)
- Formaliserað samstarv millum lið
- Kreppuhjálp
- Formalisera samstarv upp og niður til skipanir
- Aktivera netverk, ella seta inn hjálp