Pilotur #3: Felags hjálparlinja
Í septembur 2024 var ein arbeiðsbólkur settur at viðgera møguleikarnar fyri einari felags hjálparlinju, og gera eitt tilmæli til, hvussu hendan tænastan kann skipast. Arbeiðsbólkurin hevur greinað tørvin hjá børnum og ungum fyri ráðgeving og stuðli, og er komin við ítøkiligum tilmælum um eitt tættari samstarv um eina felags døgnopna hjálparlinju í Føroyum. Endamálið er at tryggja, at børn og ung vita, hvar tey kunnu venda sær at fáa neyðuga ráðgeving og stuðul.
Tey, sum í dag bjóða ráðgeving til børn og ung, er ein fjølbroyttur hópur av NGO-arum, privatum feløgum og almennum stovnum. Gjøgnum eina sera opna og miðvísa tilgongd, bygdu áhugapartarnir upp álít sín ámillum til at finna nakrar semjur, sum kunnu møta tørvin hjá børnum og ungum um eitt stað at venda sær, samstundis sum einstaki áhugaparturin varðveitir sín egna samleika.
Framtíðarútlit
Áhugapartarnir samdust um at arbeiða fyri ein styrking av 116 111 – Tú og Eg Ráðgevingini hjá Barnabata, at gera ein samlaðan heimasíðuportal og eitt netverk millum hjálparlinjur. Soleiðis verður leiðin løgd fyri eini tryggari, skjótari og meiri tilkomnari ráðgevingartænastu til børn og ung í Føroyum. Eftir ætlanin skal gongd setast á hetta í 2025. Barnaverkætlanin og Barnabati fara at samla partarnar til stovningarfund fyri netverkinum.
Hjálparlinjan 116 111 – Tú og Eg Ráðgevingin
Partarnir ynskja hvør sær at varðveita egnar tænastur, men samdust um at marknaðarføra 116 111 sum høvuðshjálparlinju hjá børnum og ungum.
- 116 111 verður høvuðshjálparlinjan fyri børn og ung í Føroyum.
- Ráðgevingin verður styrkt við betri upplatingartíðum, og arbeiðsbólkurin mælir til eina døgnopna tænastu.
- Feløg og áhugapartar stuðla upp undir linjuna við at eggja sjálvbodnum at gerast ráðgevarar.
Felags portalur fyri ráðgeving
Ein felags heimasíða verður knýtt at 116 111, ið skal veita eitt samlað yvirlit yvir øll ráðgevingartilboð í Føroyum.
- Óheft og trygt: Heimasíðan verður óheft av politiskum og átrúnaðarligum áskoðanum og ikki brúkt til vinnulig endamál.
- Greitt yvirlit: Øll ráðgevingartilboð verða savnað á einum stað, so børn, ung og teirra avvarðandi lættliga kunnu finna fram til røttu hjálpina.
- Framtíðarmøguleikar: Áhugi er fyri at menna eina app, sum víðarimenning av heimasíðuni.
Netverk fyri samstarv og menning
Eitt netverk millum áhugapartar skal stovnast við tí endamál at menna samstarvið og tryggja hægri dygd í ráðgevingini.
- Tvørfakligt samstarv: Ráðgevarar deila vitan og royndir, sum styrkir dygdina og skjótleikan í ráðgevingini.
- Menning og sparring: Netverkið arbeiðir við førleikamenning, løgfrøðiligari ráðgeving og samskipan av tilboðum.
- Ráðgevara-hús: Ætlanin er at stovna eitt ráðgevara-hús, sum verður karmur um netverksarbeiðið, førleikamenning og fakligan stuðul.
