Pilotur #2: Endurskoðan av Tí Góðu Tilgongdini
Ein arbeiðsbólkur varð settur í byrjanini av juni 2024, sum arbeiddi við at endurskoða Ta Góðu Tilgongdina (TGT) og at menna eitt nýtt samskipandi tilboð.
Fleiri avbjóðingar vóru við TGT, og fyri at loysa hesar var neyðugt at hyggja at heildarmyndini. Nakrar av høvuðsavbjóðingunum við TGT lógu ikki í sjálvari skipanini, men í hvussu samfelagsgeirar samstarvaðu í tí dagliga, og hvussu búgvin netverkshugburðurin var sum heild.
Arbeiðsbólkurin hevur tí gjørt nøkur tilmæli um tillagingar av TGT, við denti á samskiparaleiklutin og netfundin.
Víðari hevur arbeiðsbólkurin ment ein myndil av einum nýggjum samskipandi tilboði, sum tryggjar, at samfelagið sum heild kann møta einum og hvørjum barni við einum og hvørjum tørvi. Her verður dentur lagdur á, at veita tiltøk í tøkum tíma (tidlig indsats), og at tað samskipaða tilboðið verður tillagað eftir tørvinum hjá tí einstaka barninum.
Tað nýggja samskipandi tilboðið fevnir um eina meira javnbjóðis skipan, har øll børn við tørvi á samskipaðari hjálp fáa hana – uttan at vera avmarkað av, um tey hava fingið eina ávísa diagnosu. Skipanin tryggjar, at børn og familjur fáa betri atgongd til tænastur, við fleiri fakbólkum og myndugleikum, sum samstarva um eina felags loysn fyri hvørt einstakt barn.
Í 2024 byrjaði eitt samskiftið millum Barnaverkætlanin og Vágs Kommunu um at gera íverksetararoyndir út frá myndlinum, við serligum atliti at royna samskiparaleiklutirnar. Í mars 2025 var Sunrid Olsen sett sum netsamskipari í Vágs Kommunu.
