Í sambandi við at Barna- og útbúgvingarmálaráðið bleiv skipað í desember 2022, hevur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum tikið stig til eina barnaverkætlan, sum er eitt breitt skipað samstarv millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Almanna- og mentamálaráðið, Løgmálaráðið og Kommunufelagið.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur, saman við viðkomandi pørtum, tann 28. mars 2023 undirskrivað eitt semjuskjal um felags tilgongd til gagns fyri børn og ung. Les semjuskjalið við at trýsta á knøttin.
Semjuskalið er tilverugrundarlagið undir Barnaverkætlanini. Her verður m.a. staðfest, at økt
samstarv er neyðugt fyri at tryggja, at børn og ung kunnu verða sett fremst í tænastuveitingunum.

Partarnir vilja virka í felag fyri at finna loysnir, sum kunnu sameina og samskipa tænastur, ið verða veittar børnum og ungum, til tess, at tey kunnu hava viðburð og trivnað.
Høvuðsendamálið er at laga niður forðingar, sum kunnu vera millum ymiskar skipanir, tá tørvur er á at tryggja sameindar og samskipaðar tænastur. Fyri at røkka hesum málum er gjørt av at skipa arbeiðið í eini verkætlan.
