116 111 – Tú og Eg ráðgevingin

116 111 Tú & Eg Ráðgevingin er ein ókeypis ráðgeving til børn og ung. Tørvar tær ráð, vegleiðing, ella bara onkran at tosa við, so kanst tú ringja til ráðgevingina á 116 111. 

Øll, ið ringja, eru dulnevnd. Tað merkir, at tann, sum svarar, sær ikki, hvør tað er, sum ringir, og tær nýtist ikki at upplýsa navn. 

116 111 Tú & Eg Ráðgevingin svarar gerandisdagar frá klokkan 10:00 til 16:00 og hvørt kvøld frá klokkan 20:00 til 22:00.

Eisini hevur Tú & Eg ráðgevingin ein brævkassa, har tú kanst spyrja um alskyns spyrningar og fáa ráð frá einum ráðgeva. Tú kanst eisini biðja um tíð til eitt Tú & Eg Prát á skrivstovuna hjá Barnabata.