

Í 1993 samtykti Løgtingið Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá børnum.
Barnarættindasáttmálin ásetir grundleggjandi rættindi hjá børnum, tað eru borgaralig-, politisk-, fíggjarlig-, sosial- og mentanarlig rættindi.
Við Barnarættindasáttmálanum hava limalondini bundið seg til at fylgja ávísum reglum um barnarættindi, og í tann mun hesar reglur ikki verða fylgdar, kunnu limalondini verða fyri ábreiðslum frá ST.
Committee on the Rights of the Child (CRC) stendur fyri eftirlitinum í sambandi við Barnarættindasáttmálan.
Føroyar skulu javnan lata frágreiðing til ST um framstig og fyriskipanir á barnaøkinum sambært Barnarættindasáttmálanum. Í hesum sambandi skal Føroyar eisini til munnliga hoyring hjá ST nevndini. Føroyar vóru seinast til hoyring í ST nevndini 15. september 2017.
Í sambandi við, at Barnarættindasáttmálin í 2014 fylti 25 ár, gjørdi Landsstýrið eina støðulýsing yvir tey framstig, ið eru framd á barnarættindaøkinum, síðani Føroyar vóru til fyrstu hoyringina í 2011.
